Vørur

Øllum dámar okkum at fríðka heimið og her eru glaslutir ógvuliga góðir at nýta. Serliga um ljós sleppur upp í spælið. Tí eru vindeygu sera góð støð til glaslutir, men glaðu litirnir elva eisini til gott huglag og trivna, um tey standa á eini hyll ella hanga í einum horni. Eisini fáast nógvir brúkslutir úr glasi eins og smýkkur at prýða seg sjálvan við.
Her sært tú nakað av tí, vit í Glarlist hava at bjóða. Av tí, at talan er um handverk, eru myndir, litir og støddir einans vegleiðandi.

Trýst á myndina ella grøna puntin at síggja úrvalið