Um virkið

Søga og uppruni
Virkið er stovnað av Elisabeth og Páll Ellingsgaard, sum eftir lokið arbeiðslív í Danmark fluttu heim aftur til Føroya at njóta pensionistatilveruan á Eiði. Hetta var í 2001 og sostatt er Glarlist fyrsta glasverk í Føroyum til brúkslist. Tey bæði róku virkið, framsýngarhøli og handilin á Eiði til á heysti 2010, tá Marjun keypti.

Um Marjuna
Eg eiti Marjun Svartafoss, fødd og uppvaksin í Havn. Búsitandi undir Svartafossi, gift við Árna og eigi 2 vaksnar døtur. Eri í tí hepnu støðun at eiga røtur og summarhús í Mikladali, sum sostatt altið hevur verið mítt paradís á jørð og støðug kelda til frið, hugflog og íblástur.
Mær hevur altíð dáma at fáast við list, litir og skapandi virksemi av øllum handa slagi. Tó ikki altíð á traditionellan hátt (t.d. megni eg ikki kynstrið at binda). Havi roynt ein hóp av ymsum ítrivium, og uppvaksin í handli havi eg eisini altíð dekorera so ella so.
Eg havi ikki nomið mær útbúgving á glaslistaøkinium, og við virðing fyri, at hetta er eitt handverk, sum tekur tíð at læra, hevur tað eisini tikið rúma tíð, síðani eg yvirtók, til eg nú meti avrikini verða nóg góð til sølu. Takk fái Elisabeth, sum hevur verið stak fitt at leggja mær lag á.
Glas er sera spennandi tilfar at arbeiði við. Mær dámar bæði at arbeiða við tí litríka glasinum og eisini við rúta- og endurnýtsluglasi, sum hevur aðrar eginleikar og møguleikar.
Hetta er framvegis einans eitt ítriv fyri meg . Til dagligt starvist eg í Norðurlandahúsinum og í Tutl. Tískil er tað ógvuliga ójavnt, hvat eg eigi inni.