Vørur
Øllum dámar okkum at fríðka heimið og her eru glaslutir ógvuliga góðir at nýta. Serliga um ljós sleppur upp í spælið. Tí eru vindeygu sera góð støð til glaslutir, men glaðu litirnir elva eisini til gott huglag og trivna, um tey standa á eini hyll ella hanga í einum horni. Eisini fáast nógvir brúkslutir úr glasi eins og smýkkur at prýða seg sjálvan við.
VøruúrvalUm virkið
Virkið er stovnað av Elisabeth og Páll Ellingsgaard, sum eftir lokið arbeiðslív í Danmark fluttu heim aftur til Føroya at njóta pensionistatilveruan á Eiði. Hetta var í 2001 og sostatt er Glarlist fyrsta glasverk í Føroyum til brúkslist. Tey bæði róku virkið, framsýngarhøli og handilin á Eiði til á heysti 2010, tá Marjun keypti.
Sí meiraSamband
Selt verður á Østrøm. Skálatrøð 18, 100 Tórshavn. Opið mánad.-fríggjad. 10-18, leygard. 10-14. www.ostrom.fo Østrøm er eisini á facebook. Annars ber til at senda meyl á prima@olivant.fo við fyrispurningum.
Send teldupost her